lørdag den 14. maj 2011

Spæl og fjas

Anna, Olivia, Birgit, Annika, Petra og Hanna hava leitað í ommusa goymslum og hava pyntað seg við gomlum brillum o.ø.

Genturnar rulla egg á Tormansbø

Annar páskadagur 2011 - ommusa gentur komu úr Havn og Húsi at rulla egg. Um morgunin sá ikki gott út og tær ætlaðu sær at rulla inni eins og í fjør. Men tá vit høvdu etið døgverða viðraði.

mandag den 2. maj 2011

Ommusystir og omma í Skálavík við børnunum

Vit vóru ein fínan túr í Skálavík, har vit búðu í húsunum hjá Eik Banka.
Frálíkar húsaumstøður, fáir bilar og áin rann skamt frá, so karmarnir vóru góðir.Vit hugnaðu okkum óført.
Eisini fóru vit biltúr til grannabygdirnar. Endaðu á loppumarkna og tombola í Dali.