lørdag den 20. september 2008

Teir hava verið í Ryggsskor


Menn hava verið í skorini eftir seyði. Tá teir í vár sleptu vóru teir 7 í tali, men bara 5 komu heim aftur. Tað undraði tó ongan, tí fleiri ferðir hava menn verið og hugt til seyðirnar, og hvørja ferð hava bert 5 verið at sjá. Her standa nakrir teirra og skoða fongin. Ólavur tók hesa myndina við telefonini við endan á Kvíandalsvegnum .

lørdag den 13. september 2008

PERLA og genturnar


Leygarmorgurn á Gásalágni.
Petra og Jórunn-Døgg ganga túr runt um húsini við Perlu. Petra hevur fingið nýtt dress frá mammu síni, sum júst er komin úr London. Hon heldur, at tað kann brúkast til annað enn at sova í.

mandag den 8. september 2008

Ommudøturnar



Her eru tær so: Petra, Annika, Anna, Olivia, Birgit og Hanna. Summar vóru einki glaðar fyri at taka myndir so snimma á morgni.

lørdag den 6. september 2008

Føðingardagur í grannalagnum

Katrin fyllur 30 ár, og er kjallarin hjá okkum gjørdur til sjónvarpsstovu. Børnini sita og hyggja eftir teknifilmi. Tey hugnaðu sær óført.
Samstundis sita nakrir av monnunum og hyggja eftir landsdysti millum Serbia og Føroyar