torsdag den 23. april 2009

tirsdag den 21. april 2009

Tey seta niður eplir

So rigga teir av. Teir hava gjørt sítt, nú má Várharra um rest.





Suni grevur sundur í teirra veltu. Samstundis hjálpa genturnar abba. Hanna leggur eplini, meðan Olivia koyrir kunsttøð á.

Hanna og Annika í Miðvági

Annika gevur ærnum hjá Hansi og Peri.


Børnunum dáma væl at síggja veðrarnar hjá abba. Her eru vit og geva kraftfóður. Tað dámar seyðunum væl. Tann eini stendur altíð á tveimum beinum fram við krubbuni fyri at vera sikkur í at fáa.

Ein túrur við Gjógv


Vit vóru við Gjógv Skíris-og Langafríggjadag. Genturnar -serliga Olivia- vóru so hugtiknar av nøkrum froskmonnum, sum gjørdu seg kláran at fara á bláman.


Her sita allar tríggjar so hugagóðar og spæla.

onsdag den 15. april 2009

Mánadúgva




Tá Ólavur skuldi vinda flaggið á stong páskamorgun, fleyg ein fuglur avstað, sum hann ikki kendi. Eftir døgverða kom fuglurin so aftur, og tá funnu vit útav, at hetta var ein mánadúgva. Hon líkist eini vanligari dúgvu, men er nógv størri.

onsdag den 1. april 2009

Sámal vitjar við ommu síni


Hann vildi hava smákaku, áðrenn tey fóru avstað aftur.