Menn hava verið í skorini eftir seyði. Tá teir í vár sleptu vóru teir 7 í tali, men bara 5 komu heim aftur. Tað undraði tó ongan, tí fleiri ferðir hava menn verið og hugt til seyðirnar, og hvørja ferð hava bert 5 verið at sjá. Her standa nakrir teirra og skoða fongin. Ólavur tók hesa myndina við telefonini við endan á Kvíandalsvegnum .
Leygarmorgurn á Gásalágni. Petra og Jórunn-Døgg ganga túr runt um húsini við Perlu. Petra hevur fingið nýtt dress frá mammu síni, sum júst er komin úr London. Hon heldur, at tað kann brúkast til annað enn at sova í.
Katrin fyllur 30 ár, og er kjallarin hjá okkum gjørdur til sjónvarpsstovu. Børnini sita og hyggja eftir teknifilmi. Tey hugnaðu sær óført. Samstundis sita nakrir av monnunum og hyggja eftir landsdysti millum Serbia og Føroyar
4. august bleiv mamma 90 ár. Hon hevði opið hús á Sýnini,og fekk vitjan av yvir 120 gestum. So hon var mitt í verðini. Langommubørn sungu fyri henni. Eisini blástu ommubørn og langommubarn á ljóføri fyri henni, men har hava vit tíverri onga mynd.